Málsøkið yvirtikið í 2018

Málsøkið yvirtikið í 2018
Ólavsøkudag í 2018 verður málsøkið persónsrættur, familjurættur og arvarættur yvirtikið, sigur landsstýriskvinnan í svari til Trivnaðarnevndina
Málsøkið persónsrættur, familjurættur og arvarættur verður yvirtikið ólavsøkudag í 2018, sigur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum
 
25.02.2016 - 17:36

Miðað verður eftir at leggja lógaruppskotið um yvirtøkuna fyri Løgtingið á ólavsøku í ár. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum.

Sirið Stenberg sigur, at fyrireikingarnar til yvirtøkuna eru byrjaðar. Samráðingar eru á embætisstigi í løtuni.

SÍ EISINI Miða eftir at yvirtaka familjurætt sum skjótast

Miðað verður eftir, at tær samráðingarnar eru lidnar fyri 1. juli. Men torført er at meta um, nær føroysk lóggáva um økið verður klár.

Tað fer væntandi at taka rúma tíð at gera føroyskar lógir um millum annað hjúnaband, foreldramyndugleika og samveru, arv, fosturtøku og sterilisatión og kastratión, sigur landsstýriskvinnan.

Til føroysku lógirnar eru komnar, vera donsku lógirnar, sum nú eru, framvegis galdandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938