- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sóknast eftir føroyskum fosturforeldrum
Sóknast eftir føroyskum fosturforeldrum
Tað er framvegis tørvur á føroyskum fosturforeldrum, sigur Barnaverndarstovan, ið sóknast eftir familjum, sum kunnu taka børn til sín

Tørvur er framvegis á føroyskum fosturfamiljum, ið kunnu taka børn til sín í bæði styttri og longri tíðarskeið, sigur Barnaverndarstova Føroya
20.03.2016 - 13:16
Tørvur er á føroyskum familjum, sum kunnu taka á seg uppgávuna at verða fosturforeldur hjá børnum. Tí verður nú leitað eftir familjum, sum kunnu taka børn til sín.
Tað skrivar Barnaverndarstova Føroya á heimasíðuni, bvs.fo Tørvur er bæði á familjum, ið kunnu hava børn búgvandi í styttri og longri tíðarskeið.
- Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár, sigur stovnurin.
Talið á børnum, ið búgva hjá fosturfamiljum, er í miðal 70. Harafturat eru umleið 50 børn, ið eru til umlættingar nakrar dagar um mánaðin, sambært Barnaverndarstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























