Húsaeigari? Umhvørviskrøvini til tín verða herd

Húsaeigari? Umhvørviskrøvini til tín verða herd
Umhvørviskrøvini til allar húsaeigarar í Føroyum verða herd longu í næsta ár, fær landsstýriskvinnan í umhvørvismálum undirtøku
Krøv verða sett til oljutangar í sethúsum fyri at fyribyrgja dálking longu í næsta ár, ætlar landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
 
12.04.2016 - 17:28

Krøv verða sett til oljutangar í sethúsum longu næsta ár fyri at betra um trygdina og fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum, fæst politisk undirtøka fyri tí.

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í Løgtinginum í dag í svari til fyrispurning frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni hjá Javnaðarflokkinum.

Heðin Mortensen spurdi, nær landsstýriskvinnan fer at áseta reglur, sum tryggja, at oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nærumhvørvinum.

SÍ EISINI Kann fáa stórar avleiðingar fyri eigarar

Arbeitt hevur verið við at gera uppskot til kunngerð á økinum, men enn er ikki komið á mál, segði Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan leggur dent á, at hon ætlar at taka upp aftur arbeiðið.

Tað mest kostnaðarmikla kravið verður, sigur landsstýriskvinnan, at eldri oljutangar skulu skiftast. Tí má ein rímilig skiftistíð eisini ásetast tvørtur um áramál, sigur hon í svarinum.

Neyðugt við politiskum átøkum

Heðin Mortensen vísti í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at í okkara grannalondum eru skipanir, har fólk fáa fíggjarligan stuðul, tá oljutangin verður skiftur.

Tað er neyðugt við politiskum átøkum á økinum ásannar Sirið Stenberg, tí tað er stórur fíggjarligur smeitur um tryggingin ikki tekur við, tí oljutangin er tærdur ella illa farin, sigur hon í svarinum til Heðin Mortensen.

Oljutangar hjá virkjum og fyritøkum er undir reglum hjá Brunaeftirlitinum, sum er málsøki hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

 

Fer tað at ávirka teg?

Posted by Kringvarp Føroya on 12. apríl 2016

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040