Landsstýrið ræður fyri játtanini til flóttafólk

Landsstýrið ræður fyri játtanini til flóttafólk
Uppskotið frá Miðflokkinum um at senda skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum fær ikki undirtøku í Uttanlandsnevndini
 
21.04.2016 - 07:55

Løgtingið skal ikki geva landsstýrinum boð um, hvussu tað brúkar pengarnar, sum løgtingið hevur játtað til flóttafólk.

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum mælir beinleiðis tinginum til at fella uppskotið hjá Miðflokkinum um at Føroyar senda skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum.

Ein samd Uttanlandsnevnd sigur, at hon hevur fingið at vita frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, at hann arbeiðir ítøkiliga við at greina, hvussu mest fæst burtur úr pengunum, sum løgtingið hevur sett av til flóttafólk.

Landsstýrið hevur eisini samband við danskar myndugleikar, sum umsita málsøkið, og sjálvbodnar felagsskapir í Føroyum.

Uttanlandsnevndin heldur tí ikki, at løgtingið skal gera av, hvussu landsstýrið ítøkiliga brúkar játtanina til flóttafólk.

Landsstýrið veit um uppskotið hjá Miðflokkinum, og hevur tað við í sínum metingum, sigur Uttanlandsnevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037