Fleiri løntakarar í Føroyum

Fleiri løntakarar í Føroyum
2.000 fleiri løntakarar eru í Føroyum nú enn fyri fimm árum síðani. Seinastu tvey árini er talið vaksið stútt
Fleiri føroyingar hava arbeiði enn fyri fimm árum síðani. Lutfalsliga er vøksturin størstur í fiskivinnuni, alivinnuni og byggivinnuni
 
12.05.2016 - 08:04

2.000 fleiri løntakarar eru í Føroyum nú enn fyri fimm árum síðani. Seinastu nógvu árini hava ikki verið so fáir løntakarar sum í februar 2011.

Tá fingu 23.287 fólk løn í Føroyum. Í februar í ár var talið komið upp í 25.262, upplýsir Hagstovan. Seinastu tvey árini er talið vaksið stútt.

520 fólk í skipanini hjá ALS

Bara frá februar í fjør til februar í ár komu 770 afturat á lønarlista. Vøkstur er í øllum teimum fýra stóru vinnubólkunum, vísa tølini hjá Hagstovuni.

Lutfalsliga er vøksturin størstur í fiskivinnuni, alivinnuni og byggivinnuni. Størsti vinnubólkurin eru almennar tænastur, og tann næst størsti eru privatar tænastuvinnur.

Metið frá apríl 2008 er tó ikki tikið enn. Tá vóru 26.044 løntakarar í Føroyum, 800 fleiri enn nú. Í dag eru 520 fólk skrásett hjá ALS at vera arbeiðsleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203