Mæla til at leigubústaðir verða góðkendir

Mæla til at leigubústaðir verða góðkendir
Tað almenna eigur at góðkenna høli, sum verða leigað fólki at búgva í, heldur Leigunevndin í ársfrágreiðingini fyri 2015
 
26.05.2016 - 07:57

Millum annað er neyðugt at tryggja rýmingarleiðir, so fólk sleppa út, um eldur kemur í, ella onnur støða krevur, at fólk sleppa út sum skjótast. Tað sigur Leigunevndin í ársfrágreiðingini fyri 2015.

Leigunevndin mælir til at gera reglur um, hvussu leigubústaðir kunnu verða góðkendir. Í ársfrágreiðingini verður møguleikin nevndur at gera eitt yvirlit við góðkendum leigubústøðum.

Leigarin kann tá fáa vissu fyri, at leigubústaðurin er góðkendur. Og útleigarin kann vísa á, at hansara leigumál eru góðkend.

Leigulógin javnan brotin

Í fjør viðgjørdi Leigunevndin 37 mál, 15 klagur, 18 fyrispurningar og fýra onnur mál. Í nógvum málum varð staðfest, at innflytingarfrágreiðingar ikki vóru gjørdar.

Tað lætti ikki um arbeiðið hjá nevndini, sigur Leigunevndin. Leigulógin krevur, at innflytingarfrágreiðing skal skrivast.

Tí verður leigulógin javnan brotin, sigur Leigunevndin. Í 2014 viðgjørdi Leigunevndin 45 mál, í 2013 40 og í 2012 33 mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423