20 hava søkt: Nú kann skúlin byrja

20 hava søkt: Nú kann skúlin byrja
Nú er endaliga greitt, at Ítróttarháskúlin í Suðuroy fer undir sítt virksemi eftir summarfrítíðina. Skúlin hevur fingið nóg mikið av tilmeldingum
 
09.06.2016 - 13:43

Ítróttarháskúlin hevur higartil fingið 20 tilmeldingar til fyrsta skeiðið, sum byrjar í august. Tað sigur Guðmundur Joensen, stjóri fyri Ítróttarháskúlan.

Sambært lógini um fólkaháskúlar kann landið bara góðkenna og lata játtan til rakstur, um skúlin kann vísa á nøktandi næmingatal.

Lógin sigur, at í minsta lagi 12 ársnæmingar skulu vera á skúlanum. Nú Ítróttarháskúlin hevur fingið 20 tilmeldingar, lýkur skúlin treytirnar í lógini og kann tí fara undir sítt virksemi.

Løgtingið hevur játtað 800.000 krónur til rakstur til ítróttarháskúlan. Enn ber til at tekna seg til ítróttarháskúlan. Freistin at søkja um upptøki er á middegi tann 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454