Lógaruppskot um heildarveitingina gjørt

Lógaruppskot um heildarveitingina gjørt
Sambært lógaruppskotinum hjá danska fíggjarmálaráðnum verður blokkurin 641,8 milliónir krónur um árið tey fýra árini 2016-2019
 
27.06.2016 - 09:06

Danska fíggjarmálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um heildarveitingina til Føroya árini 2016-2019. Sambært uppskotinum verður blokkurin 641,8 milliónir krónur um árið hesi fýra árini.

Undanfarna samgonga fekk heildarveitingina prístalsviðgjørda. Í farna samgonguskeiði hækkaði hon úr 615,5 milliónum krónum upp í 641,8 milliónir krónur.

Lógaruppskotið sent til hoyringar

Samgongan, sum tók við eftir løgtingsvalið 1. september í 2015, bað donsku stjórnina steðga prístalsviðgerðini.

Í apríl skrivaðu Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, og Claus Hjort Frederiksen, ráðharri, undir avtalu um at frysta blokkin. Landstýrið hevur eisini tryggjað sær, at til ber at minka blokkin hetta til 2019.

Lógaruppskotið um heildarveitingina til Føroya árini 2016 til 2019 er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655