- Tíðindi, mentan og ítróttur
Londini ósamd um gongdina
Meðan formaðurin í ES nevndini, Jean-Claude Juncker, og týski uttanríkisráðharrin, Frank-Walter Steinmeier, hava kravt, at farið verður undir samráðingar alt fyri eitt, so mælir týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, til at sissa seg.
Samstundis tykist semja vera um, at órógvið í Bretlandi er so stórt eftir fólkaatkvøðuna, at Bretland ikki er ført fyri at fara undir tilgongdina, so landið kann fara úr ES.
- Støðan í Bretlandi er so ógreið, at landið má fóta sær aftur, áðrenn tilgongdin um at fara úr samveldinum kann byrja, sigur ein kelda í Brússel.
Nýval kanska útskrivað í Bretlandi
David Cameron skal hitta hinar leiðararnar í ES í morgin, men hann fer ikki at biðja um at samráðingarnar um at Bretland skal fara úr ES, siga keldurnar í Brússel.
Cameron fer kortini at kunna hinar stjórnarleiðararnar um bretsku fólkaatkvøðuna. Hini ES-londini stúra fyri, at tað kann taka langa tíð, áðrenn Bretland biður um samráðingar við ES.
Fyrst skal nýggjur forsætisráðharri veljast, og kanska verður nýval útskrivað í Bretlandi, so viðurskiftini eru ógvuliga ógreið.
Stjórnarleiðararnir hittast týsdagin
Í dag skal forsetin í ES, Donald Tusk, hitta franska forsetan í París. teir fara síðani til Berlin, har fundur verður við Angelu Merkel
Amerikanski uttanríkisráðharrin kemur eisini til Berlin, har hann skal hitta uttanríkisráðharran hjá ES, Federicu Mogherini. Í morgin hittast allir teir 28 stjórnarleiðararnir í Brússel.
Mikudagin hittast teir 27 stjórnarleiðararnir aftur í Brússel, at umrøða bretsku avgerðina. Líkt er til, at Bretland ikki fyrr enn næsta ár fer at biðja um at sleppa úr ES.
Bretar ikki fyri neyðini at skunda sær
Tá samráðingarnar kunnu taka tvey ár, fer landið ikki burturúr fyrr enn í 2019. Tað er bert Bretland sjálvt, sum kann biðja um at sleppa úr samveldinum.
Men á fundinum mikudagin fara teir 27 stjórnarleiðararnir at umrøða støðuna, og tá fæst at vita, um hini londini eru sinnað at bíða eftir Bretlandi í so langa tíð.
Fleiri av teimum í Bretlandi, sum taka undir við at Bretland fer burturúr ES, teirra millum, løgmálaráðharrin, Michael Gove, hava sagt, at bretar ikki hava fyri neyðini at skunda sær.
Óformellar samráðingar verða fyrst
Rættast er, at hava óformellar samráðingar, áðrenn veruligu samráðingarnar byrja. Hini ES-londini ætla kortini ikki at bíða, og ES hevur longu tilnevnt belgiska diplomatin, Didioer Seeuws, at standa á odda fyri samráðingunum við Bretland.
Bretland má kortini fara úr ES, áðrenn hini 27 londini kunnu gera eina nýggja avtalu við Bretland um samstarv í framtíðini.
Talsmaðurin í týska samveldiskanslaranum, Peter Altmaier, sigur, at Angela Merkel biður bretsku politikararnar umhugsa støðuna av nýggjum, og at eingin orsøk er til at leypa framav. Í Bretlandi er ivin stórur.
Skotland fer helst úr bretska samveldinum
Tá David Cameron leggur frá sær í heyst, og Boris Johnson tekur við sum forsætisráðharri, verður tað hann, sum skal fara undir tilgongdina at taka Bretland úr ES. Hann hevur longu sagt, at tað ongan skund hevur.
Tí tað er lættari sagt enn gjørt. Roknast kann við, at Skotland fer úr bretska samveldinum og ófriður fer at kykna aftur í Norðurírlandi, tí tey bæði londini vilja verða verandi í ES.
Tí torir Boris Johnson neyvan at fara undir tilgongdina, tí so er hann sjálvur eisini liðugur í politikki, halda eygleiðarar.