Føroya Symfoniorkestur spælir lættar summarkonsertir í Fuglafirði og Havn

Føroya Symfoniorkestur spælir lættar summarkonsertir í Fuglafirði og Havn
Hesar konsertir eru óformellari enn hinar konsertirnar, eitt slag av kafékonsert
 
12.06.2026 - 14:00

Ætlanin er, at hesar konsertir eru óformellari enn hinar konsertirnar, eitt slag av kafékonsert.

Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 27. juni og í Hátúni sunnudagin 28. juni, og 25 strúkarar spæla við í Symfoniorkestrinum til hesa verkætlan.


Løtt, men krevjandi skrá við føroyskum solisti

Á skránni er millum annað tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.

”Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta konsert við góðum, styttri og krevjandi, verkum”, sigur nýggi dirigenturin Catherine Larsen-Maguire.

Í avbera vakra verkinum Andante cantabile for cello and strings eftir Tchaikovsky verður høvi at uppliva Kristinu á Váli sum solist.


Konsertferð í 2028

Menningin av Føroya Symfoniorkestri gongur við rúkandi ferð. Í 2024 spældi orkestrið fyri fullsettari høll í konserthúsinum hjá Danmarks Radio. Nú fyrireikar orkestrið stóra konsertferð í 2028, har ætlanin er at spæla í Týsklandi og Danmark. 
Málið við slíkari konsertferð er at framføra føroyskan tónleik og at geva tónleikarunum møguleikan at spæla í bestu konserthallum í heiminum.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Kristina á Váli
Longd: 60 min.

Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast á www.atgongumerki.fo
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423