Iransk tíðindastova: Iran og USA hava gjørt avtalu

Iransk tíðindastova: Iran og USA hava gjørt avtalu
Sambært Iran er avtalan við USA ein ætlanaryvirlýsing, har amerikanarar binda seg til at taka sínar herdeildir úr iranskum økjum
Sambært avtaluni lovar Iran at lata Hormuzsundið uppaftur.
 
12.06.2026 - 12:53

Hálvalmenna iranska tíðindastovan, Mehr, skrivar í dag, at Iran og USA hava gjørt eina avtalu.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar í dag frá, at kríggið í Miðeystri er av. Nærum 40 ferðir áður hevur hann sagt, at kríggið skjótt endar.

Sambært Iran er avtalan við USA ein ætlanaryvirlýsing, har amerikanarar binda seg til at taka sínar herdeildir úr iranskum økjum.

USA skal eisini strika revsitiltøkini móti Iran og strika stongsilin, sum hevur verið fyri sjóøkið út fyri Iran.

 

Revsitiltøk setast út gildi

Avtalan merkir eisini, at revsitiltøkini móti oljuhandlinum skulu setast úr gildi, og at frystir iranskir pengar uttanlands verða leysir aftur.

Iranar lovar hinvegin at lata uppaftur Hormuzsundið.

Víðari samráðingar eru nú um rakett- og kjarnorkuætlanirnar hjá Iran, og um búskaparligar spurningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232