Eitt brúkaraumboð ikki nóg mikið

Eitt brúkaraumboð ikki nóg mikið
Brúkaraumboðið mælir til at stovna eina brúkarakærunevnd, so brúkarar í Føroyum fáa eina nóg góða verju
 
28.06.2016 - 08:09

Ein brúkarakærunevnd skal viðgera kærur frá brúkarum, sum hava keypt vørur, sum ikki eru í lagi. Tað skrivar Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, í ársfrágreiðingini frá Brúkaraumboðnum fyri 2015.

Sum er hevur brúkarin bara einans møguleika at royna at fáa sín rætt, og hann er at fara í rættin. Men tann møguleikin er bæði drúgvur og dýrur.

Brúkaraumboðið mælir eisini til at gera reglur, sum verja tey, sum keypa á netinum, nú nethandilin hevur vundið so nógv upp á seg.

Norðurlendskur iðranarrættur setast í gildi her

Í hinum Norðurlondunum hava brúkarar rætt til at iðra seg um keyp á netinum. Slíkur rættur er ikki í Føroyum. Brúkaraumboðið mælir til at seta í gildi í Føroyum iðranarrætt viðvíkjandi keypi á netinum.

Við slíkum rætti kunnu tey, sum hava keypt á netinum, senda seljaranum vøruna aftur og fáa pengarnar aftur. Brúkaraumboðið mælir eisini til at áleggja teimum, sum selja vørur og tænastur á netinum, at geva fullfíggjaðar upplýsingar um prís og treytir.

Brúkaraumboðið viðgjørdi 94 mál í fjør, 28 kærur, 34 fyrispurningar, 15 mál, har Brúkaraumboðið varð biðið um at leiðbeina vinnurekandi í marknaðarføring, og 17 onnur mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. mai
Kallið: "Eg eri herprestur".
191424
Leygardag 10. mai
Jambalaja - 100525
191703
Leygardag 10. mai
Upp á tá - 090525
191699
Leygardag 10. mai
Vikan 10. mai 2025
191694
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625