Lítið og einki eftirlit við føroyska loftrúminum

Lítið og einki eftirlit við føroyska loftrúminum
Tað staðfestir nýggj greining av donsku støðuni í Arktis. Róð verður framundir, at radarar til hernaðarlig endamál verða aftur settir upp í Føroyum
 
28.06.2016 - 10:30

Eftirlitið við føroyska loftrúminum er lítið og einki. Tí ber ikki til at siga, um aðrar tjóðir gera seg inn á danska suverenitetin yvir økinum.

Tað staðfestir nýggj greining av donsku støðuni í Arktis, sum verjumálaráðið legði fram mánadagin. Greiningin rør framundir, at radarar til hernaðarlig endamál aftur verða settir upp í Føroyum.

Hóast sannlíkindini fyri samstarvi og kapping eru størri enn sannlíkindini fyri konfrontatión og konflikt, so er vandi fyri, at trygdarpolitiska støðan í Arktis kann fara skeiva vegin - móti eini meiri spentari støðu, politiskt og hernaðarliga.

SÍ EISINI Nú skal loftrúmið á føroyskar hendur

Tað sigur 240 síður drúgva greiningin av støðuni í Arktis, sum danski verjumálaráðharrin legði fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn seinnapartin.

Frágreiðingin er ein allýsing av øllum virkseminum hjá donsku verjuni í Føroyum og Grønlandi, harav størsti parturin er í Grønlandi.

Uppgávurnar, sum seinnu árini eru savnaðar undir felags heitinum "Arktisk Kommando", eru nógvar og ymiskar, men ein teirra er tað, sum á donskum nevnist "suverænitets-håndhævelse."

Eftirlitið verður gjørt í Íslandi og Skotlandi

Danska verjan skal tryggja, at eingin ger seg inn á danskt øki í Grønlandi ella Føroyum, tað veri seg á sjógvi, undir og yvir vatnskorpuni, á landi ella í luftini.

Men sambært greiningini knípur við at ansa eftir, um nakar fremmandur fíggindi nú ger seg inn á danska suverenitetin, tí eftirlitið er lítið og einki.

Frágreiðingin staðfestir, at einki eftirlit er við loftrúminum yvir Føroyum. Tó so. Eftirlitið við ferðsluni í føroyskum loftrúmi verður lutvíst gjørt úr Íslandi og lutvíst úr Skotlandi.

Sama støða í Grønlandi

Men "suverænitets-håndhævelse" er einki, og møguligt brot á hendan suverenitet kann ikki staðfestast. Sama støða er í Grønlandi.

Frágreiðingin staðfestir enntá, at í 2014 millumlendu útlendsk hernaðarlig flogfør í Grønlandi uttan loyvi. Tað var rein tilvild, at danska verjan legði hetta til merkis.

SÍ EISINI Loftrúmið kann yvirtakast

Frágreiðingin staðfestir somuleiðis, at fyrr hevði amerikanska hervaldið radarar í Grønlandi, sum høvdu eftirlit við grønlendska loftrúminum.

Til fyri fáum árum síðan hevði danska verjan ein radara standandi í Føroyum, sum var partur av eftirlitinum hjá NATO við loftrúminum her um okkara leiðir.

Mobilur radari kann setast upp

Sambært frágreiðingini er sera dýrt at seta nýggjar radarar upp í Grønlandi, og tí er neyvan sannlíkt, at tað verður gjørt. Men í Føroyum er hóskandi at fylgja væl við tørvinum á eftirliti við loftrúminum.

Neyðugt er alla tíðina at meta um, hvørt tørvur er á at seta ein hernaðarligan eftirlitisradara upp í Føroyum, staðfestir greiningin hjá danska verjumálaráðnum.

Víst verður somuleiðis á møguleikan fyri at seta upp mobila radaran hjá donsku loftverjuni, ið kann brúkast bæði í Føroyum og Grønlandi, bæði í sambandi við venjingar ella í serligum støðum, sum krevja økt eftirlit eitt tíðarskeið.

Herskipini kunnu eisini hjálpa

Sum tað triðja kunnu radarar umborð á donskum herskipum hjálpa til við eftirlitinum. Frágreiðingin hevur eisini nøkur orð við á vegnum um "suverænitets-håndhævelse" undir vatnskorpuni og á landjørðini í grønlendskum og føroyskum øki.

Danska verjan hevur lítlan ella ongan møguleika at hava eftirlit við kavbátum, tí hon hevur ikki útgerð til tað. Og á landjørðini er eftirlitið rættiliga lítið.

Men, Meðan Grønland er eitt stórt land, so staðfestir frágreiðingin, at Føroyar er eitt somikið lítið land, at møguligir fíggingar neyvan umfatandi ella ofta kunnu gera seg inn á suverenitetin uttan, at fólk leggja merki til tað.

SÍ EISINI ES vil yvirtaka føroyska loftrúmið

Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, legði greiningina av leiklutinum hjá donsku verjuni í Arktis fram á tíðindafundi á grønlendsku sendistovuni í Keypmannhavn seinnapartin mánadagin.

Við á framløguna vóru eisini grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkis- og verjumálum, Vittus Kujavkitsokk, og føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Sigmundur Isfeld.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá danska verjumálaráðharranum Peter Christensen, til tíðindasendingina mánakvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954