Telving eftir valið verður avgerandi fyri spariátak hjá Nýskipanarnevndini

Telving eftir valið verður avgerandi fyri spariátak hjá Nýskipanarnevndini
Nærum øll sparingin dúvar uppá, at aðalráðini ikki vera fleiri enn tey seks, sum eru í dag
Løgmansskrivstovan sigur, at vera aðalráðini framvegis seks í tali í 2029, kunnu sparast tilsamans 19 milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2026 - 13:27

Politiska telvingin eftir løgtingsvalið verður avgerandi fyri, um fyrsta spariátakið hjá Nýskipanarnevndini gevur nakra veruliga sparing.

Nærum øll sparingin dúvar uppá, at aðalráðini ikki vera fleiri enn tey seks, sum eru í dag.
  
Fyrsta tilmælið frá Nýskipanarnevndini var at fara úr níggju aðalráðum niður í seks aðalráð.

Tað bleiv gjørt við eini politiskari avgerð, sum fekk gildi 1.desember í fjør.

Nýskipanarnevndin mælti eisini til at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at tað í mesta lagi kunnu vera seks aðalráð - løgmaður og fimm landsstýrisfólk.

Eingi politisk stig blivu tikin til at gera tað.

Í staðin segði Løgmansskrivstovan, at tað er breið politisk semja um at fylgja tilmælinum um, at tað eiga at vera seks aðalráð.

Tann politiska semjan skal so standa sína roynd, tá nýggj samgonga og landsstýri skulu skipast eftir løgtingsvalið.

 


Nýskipanarnevndin.

 

Spariátakið ein útreiðsla

Higartil hevur spariátakið hjá Nýskipanarnevndini verið ein útreiðsla. Tað vísir ein uppgerð, sum Kringvarpið hevur fingið frá Løgmansskrivstovuni.

Sambært Løgmansskrivstovuni hevur tað kostað 230.000 krónur at flyta skrivstovur hjá stjórnarráðunum.

Kringvarpið spurdi eisini, hvørjar sparingar og rationaliseringar eru gjørdar í aðalráðunum. 

Eitt starvsfólk, sum arbeiddi hálva tíð á Løgmansskrivstovuni, hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Eitt starvsfólk í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Í hinum aðalráðunum - Fíggjarmálaráðnum, Almanna- og heilsumálaráðnum, Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum - er eingin sagdur úr starvi.

Harumframt eru smærri broytingar gjørdar í starvsfólkahópinum í onkrum av aðalráðunum. 

Á Løgmansskrivstovuni er eitt starvsfólk flutt til annan, almennan stovn at arbeiða.

Í Fíggjarmálaráðnum er ein persónur farin niður í tíð, og eitt starvsfólk skal nú arbeiða umleið hálva tíð hjá einum stovni undir aðalráðnum.

Í Almanna- og heilsumálaráðnum er eitt starvsfólk farið niður í tíð, og eitt skrivarastarv er flutt úr aðalráðnum til annan, almennan stovn.

Í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum eru tvey parttíðar lestrarstørv ikki sett av nýggjum. 

Í uttanríkis- og mentamálaráðnum eru ongar broytingar í starvsfólkahópinum. Tó verður eitt starv, sum frammanundan var ósett, ikki sett kortini.

og í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eru als ongar broytingar gjørdar. 

Eitt av aðalráðunum, Almanna- og heilsumálaráðið, brúkti ein vinnusálarfrøðing til ein samansjóðingardag. Tað kostaði 28.000 krónur. Hini aðalráðini hava bert brúkt pengar til smærri trivnaðartiltøk, eittnú felags morgunmat ella miðmála fyri starvsfólkunum. 

 


Í ár hava aðalráðini fingið játtaðar 151,3 milliónir kr. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

 

Vænta at spara 2,8 milliónir í ár

Men tað er eisini ein sparing í væntu, sigur Løgmansskrivstovan. Í ár verður roknað við at spara 2,8 milliónir tilsamans í teimum seks aðalráðunum. 

Í hesi sparing eru íroknaðar 1,6 milliónir krónur, sum vóru við sum sparitiltak í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.

Tølini skulu síggjast í mun til eina samlaða játtan til aðalráðini, sum er 151,3 milliónir á fíggjarlógini fyri í ár. 

Sparingin er tí millum 0,8 prosent og 1,8 prosent av samlaðu játtanini - alt eftir, um vit taka upprunaliga spariátakið við eisini, ella bara halda okkum til spariátakið frá Nýskipanarnevndini.

 

Spara 19 milliónir til 2029

Í síni uppgerð hevur Løgmansskrivstovan eisini tikið samlaðu sparingina við, líka fram til og við 2029, um aðalráðini tá framhaldandi vera seks í tali, og landsstýrisfólkini og aðalstjórarnir heldur ikki fleiri í tali.

Tá verður samlaða sparingin - fyri øll árini - tilsamans 19 milliónir krónur.

Siga vit, at samlaða játtanin til aðalráðini stendur í stað - tilsamans 151 milliónir um árið í fýra ár - so er samlaða sparingin góð trý prosent.

Men alt er tó treytað av, at politiska avtalan um, at aðalráðini ikki skulu vera fleiri enn seks í tali, íroknað Løgmansskrivstovuna, eisini heldur eftir løgtingsvalið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Morgunlestur leygardagur 28.februar 2026
204600
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Fríggjadag 27. februar
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
204931
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735