Skotland krevur trygd fyri 173.000 borgarum úr ES

Skotland krevur trygd fyri 173.000 borgarum úr ES
Tey, sum við avtaluni um innara marknaðin í Evropa eru komin til Skotlands, skulu hava trygd fyri, at tey ikki noyðast avstað aftur, siga skotar.
Nicola Sturgeon
 
03.07.2016 - 15:34

Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, vil hava bretsku stjórnina at tryggja, at teir 173.000 ES borgararnir, sum búgva í Skotlandi, kunnu verða verandi har, og ikki skulu óttast fyri at verða sendir aftur hagar, teir búðu, áðrenn teir fluttu til Skotlands.

Tað hevur Nicola Sturgeon skrivað til David Cameron, fráfarandi forsætisráðharra, og tey fimm valevnini, sum hava stillað upp at avloysa hann í Downing Street nummar 10 og sum formann fyri konservativa flokkin.

Nicola Sturgeon sigur tað vera heilt avgerandi - og at eingi ivi má vera um - at bretska stjórnin virðir rættindini hjá teimum 173.000 ES borgarunum, sum við avtaluni um innara marknaðin í Evropa eru komnir til Skotlands at búgva.

Eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi hevur Nicola Sturgeon hildið fundir við politikarar og embætismenn á ES høvuðsborgini í Brússel fyri at tryggja støðu Skotlands í Evropa. Í Skotlandi var stórur memiriluti fyri at halda fast um limaskapin í ES.

Framtíð Skotlands

- Fólkini, ið komin eru úr øðrum ES londum, eru týðandi partur av framtíð Skotlands. Tí vil eg alt fyri eitt hava vissu fyri, at støða og rættindi teirra verða óbroytt bæði nú og í framtíðini, sigur Nicola Sturgeon í skrivinum til David Cameron, forsætisráðharra, og til tey valevni í konservativa flokkinum, sum ætla sær at avloysa hann.

Skotski forsætisráðharrin ger alt, hon er ment fyri at varðveita skotska limaskapin í ES. Stutt eftir fólkaatkvøðuna var Nicola Sturgeon í Brússel, har hon gjørdi vart við, at bretska avgerðin um at fara úr ES ikki eigur at vera galdandi fyri Skotland, har stórur meiriluti var fyri at varðveita ES limaskapin.

Men politikarar í Evropasamveldinum hava ikki viljað givið skotum nakað lyfti, tí alt Bretland er limur, og í Brússel fer neyvan nakað at verða gjørt, sum kann fáa myndugleikarnar í London at skuldseta evropeiskar politikarar fyri at blanda seg uppí innaru viðurskifti Bretlands, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860