Grindadrápið loypir (aftur) øði í útlendingar

Grindadrápið loypir (aftur) øði í útlendingar
Fyrsta grindin í ár, sum var 43 hvalir, hevur enn einaferð elvt til mikla øsing millum útlendingar á talgildu miðlunum, bæði í Føroyum og uttanlands
 
07.07.2016 - 08:01

- These massacres are unacceptable! To be one of these killers or to agree with them, is the proof of your barbarians' mentality!

Meðan nakrir føroyingar í gjár fegnaðust um grindina í Hvannasundi, er ikki sama gleðin at hóma millum útlendingar, ið siga sína hugsan á talgildu miðlunum.

Myndir á talgildu miðlunum hava enn einaferð loypt øði í útlendingar, ið nú siga sína meining um grindadrápið í Hvannasundi mikudagin, tá 43 hvalir løgdu beinini.

Kenna nú sviðan av drápinum

Hjá Norðlýsinum merkist tað, at grindadráp var í Hvannasundi mikudagin. Tað hevur elvt til øsing millum útlendingar eftir at blaðið í gjár legði greinar á heimasíðuna.

- Lýsingarorðini frá útlendingunum eru ikki vøkur, og sjálvt børnini verða skýrd fyri líkt og ólíkt, skrivar Norðlýsið á heimasíðu síni.

Tað er serliga ein myndarøð hjá blaðnum, sum hevur fest í hjá útlendingum, har útlendingar hava skrivað nógvar ógvusligar viðmerkingar.

Ilskast eisini á sosialu miðlunum

Tað er ikki bara í føroysku miðlunum, at grindadrápið aftur loypir øði í útlendingar. Tað ger tað millum annað eisini á sosiala miðlinum Twitter, ið 300 milliónir fólk brúka regluliga.

Greinin heldur fram niðanfyri

Á Twitter heita fólk eisini á keyparar um at revsa føroysku alifyritøkurnar, og lata verða við at keypa føroyskan alilaks, so leingi føroyingar framvegis drepa grind.

Útlendingar ilskast eisini og siga sína meining um grindadrápið í eini grein hjá tíðindatænastuni Yahoo!, har brúkarar heita á onnur fólk um ikki at ferðast til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762