- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov nógvar ær í Føroyum
Í fyrsta umfari eigur ein oyggj at verða vald til at taka av ær, so tær gerast færri. Tað sigur danskur serfrøðingur, sum hevur greinað føroyska landbúnaðin.
Mads Randbøll Wolff á Bornholm hevur gjørt eina greining fyri Búnaðarstovuna, har hann metir um kappingina, sum føroyski landbúnaðurin fær frá innfluttum vørum.
Gera royndir á einari oyggj fyrst
Mads Randbøll Wolff vísir eisini á gongdar leiðir til at menna føroyska landbúnaðin í kappingini við tann útlendska.
Um seyðahaldið sigur Mads Randbøll Wolff, at vert er at royna fyrst á einari oyggj at hava færri ær. Hetta hevur stóran týdning, sigur hann, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga.
Viðvíkjandi neytahaldinum mælir Mads Randbøll Wolff til at fáa gott kálvakjøt burtur úr teimum 4-500 tarvkálvunum, sum verða dripnir so skjótt teir eru kálvaðir.
Eiga at royna tara
Mads Randbøll Wolff mælir til, at allur bøur verður sligin, og at vit gera fóður til landbúnaðin í staðin fyri at innflyta tað. Til dømis er vert at royna tara.
Um útbúgvingina verður sagt, at alt ov nógv undantøk eru. Fleiri undantaksloyvi frá kravinum um útbúgving eiga ikki at verða latin. Ein grundleggjandi útbúgving krevst fyri at vera bóndi í dag.
Brúk er fyri fleiri útbúgvingum og eftirútbúgvingum. Mads Randbøll Wolff hevur nógv tilmæli afturat, millum annað um at knýta landbúnað og ferðavinnu saman.
Talið á arbeiðsplássum kundi verið tvífaldað
Mads Randbøll Wolff skjýtur upp at orða eina politiska ambisjón um at tvífalda arbeiðsplássini í landbúnaðinum í Føroyum, so tey verða 200 í staðin fyri 100.
Í samgonguskjalinum stendur, at greið mál skulu setast fyri landbúnaðin, sum skal framleiða meira. Og ein háttur at økja inntøkurnar hjá landbúnaðinum er at dyrka grønmeti.
Búnaðarstovan fekk pengar í fíggjarlógini 2016 til at greina málini í landsstýrisins landbúnaðarpolitikki. Mads Randbøll Wolff heldur, at ein háttur at økja inntøkurnar hjá landbúnaðinum er at dyrka grønmeti.