Kanna fruktbærið hjá føroyskum kvinnum

Kanna fruktbærið hjá føroyskum kvinnum
Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum hevur sett sær fyri at kanna fruktbærið hjá føroyskum kvinnum
Føroyskar kvinnur fáa ikki líka nógv børn, sum tær hava fingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
08.06.2025 - 14:11

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum hevur sett sær fyri at kanna fruktbærið hjá føroyskum kvinnum.

- Vit vilja finna útav, hví burðartalið er fallandi, sigur Pál Weihe, sum er partur av granskingarbólkinum

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1747753

 

Í granskingarbólkinum eru eisini Maria Skaalum Petersen, professari, Elsa Helmsdal, PhD lesandi, Silvia Weihe Meienburg og Katrin Kallsberg, serlæknar í kvinnusjúkum, og Henný Haraldsen og Eilin Súsanna Hansen, læknar, sum standa fyri dátuviðgerðini.

 

Føðitíttleikin minni enn tvey børn

Føðitíttleikin í Føroyum var eitt vet hægri í fjør enn hann var í 2023. Hann var 1,91 barn fyri hvørja kvinnu.

Stóra minkingin, sum hevur verið í føðitíttleikanum seinastu árini, helt tí ikki fram í 2024. Føðitíttleikin var 1,86 í 2023, skrivar Hagstovan.

Hetta er annað árið á rað, at føðitíttleikin er undir tvey børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. 

Hann var 2,07 børn í 2022.

Føðitíttleikin er lutfallið millum barnatal og kvinnur í burðarførum aldri. 

Kvinnur í burðarførum aldri eru vorðnar yvir 1.000 fleiri síðani 2013.

Sambært íbúgvafrøðini er miðal føðitíttleiki á 2,1 barn eitt týðandi markvirði, sum ikki má farast niðurum, um eitt varandi ættarlið av kvinnum í burðarførum aldri skal kunna seta eitt nýtt og líka stórt ættarlið av kvinnum eftir sær, skrivar Hagstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051