Bara triðja hvørt sjófólk í handilsflotanum er føroyingur

Bara triðja hvørt sjófólk í handilsflotanum er føroyingur
Ógjørligt er at manna øll skipini bara við føroyingum, og tí er alneyðugt at hava góðar skipanir fyri at fáa útlendsk sjófólk, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip
Avbjóðingin er framvegis at fáa skikkaða manning til skipini, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip. (Savnsmynd)
 
03.06.2025 - 13:39

Handilsflotin skapar nógv arbeiðspláss, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip í ársfrágreiðing sínari.

1. januar í ár eru sjófólkini 1.280, og á landi arbeiddu 266 fólk í vinnugreinini.

Bara triðja hvørt sjófólk er føroyingur.

Og talið er minkað. Tað var 13 prosent størri í fjør.

Útlendsku sjófólkini eru næstan líka nógv í ár, sum tey vóru í fjør.  

Samanumtikið eru sjófólkini fimm prosent færri í ár. Og tað,  hóast bruttotonsatalið er vaksið.

 

Nevndin í Reiðarafelagnum fyri farmaskip.

 

Færri farmaskip

Nú eru færri farmaskip og fleiri bulkskip og tangaskip. 

Avbjóðingin er framvegis at fáa skikkaða manning til skipini, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Ógjørligt er at manna øll skipini bara við føroyingum. 

Tí er alneyðugt fyri vinnuna at hava góðar skipanir fyri at fáa útlendsk sjófólk, sigur felagið.

23 reiðarí eru limir í Reiðarafelagnum fyri handilsskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375