USA: - Haldið okkum uttan fyri kvettroyndina

USA: - Haldið okkum uttan fyri kvettroyndina
USA ávarar nú turkar um, at tað ikki er skilagott at skuldseta USA fyri at hava ein leiklut í kvettroyndini fríggjadagin
Mynd: AP  
 
17.07.2016 - 10:54

Tað fer at skaða politiska og hernaðarliga samstarvið millum londini og er harumframt fullkomiliga skeivt, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, í røðu, eftir, at eitt nú turkiski arbeiðsmálaráðharrin í gjár róði framundir, at USA hevði ein fingur við í spælinum.

Erdogan forseti vil hava amerikanar at úflýggja Fethullað Gulen, sum býr í USA. Gulen er leiðari í eini islamiskari rørslu, sum virkar fyri fólkaræði og sekularisering í Turkalandi.

USA hevur herfólk og flogfør í Turkalandi, og yvirhøvur eru álop á Sýria gjørd úr Turkalandi. Amerikanska stjórnin fer at kanna, um tað er grundarlag fyri at útflyggja Gulen til Turkaland.

Uttanríkisráðið hevur í morgun hevur broytt tilmælið til fólk, sum ferðast til Turkalands. Støðan er nú tann sama sum áðrenn kvettroyndina um vikuskiftið, og ráðið mælir ikki longur fólki frá at ferðast til Turkalands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502