Órógvar náttarsvøvnin hjá íslendingum

Órógvar náttarsvøvnin hjá íslendingum
Ein borgarafundur á Seyðisfirði hevur biðið býráðið steðga ganginum frá Norrönu, meðan hon liggur við bryggju. Fólk fáa ikki sovið
Norröna larmar so illa, meðan hon liggur á Seyðisfirði, at fólk har sova við oyraproppum. Býráðið má gera okkurt, siga fólk á staðnum
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
06.09.2016 - 16:26

Norröna larmar so illa, meðan hon liggur á Seyðisfirði, at fólk har sova við oyraproppum. Ein maður, sum býr á Seyðisfirði, gevur ilt av sær um stóru skipini, sum koma til Seyðisfjarðar.

Í summar vóru 34 ferðafólkaskip á Seyðisfirði, og næsta ár verða tey fleiri. Hesi skipini hava nógvan gang og dálka harafturat illa.

Sigurður Gunnarsson heitir í lesarabrævinum á havnarmyndugleikarnar um at gera okkurt við málið. Hann er ikki einsamallur.

Heita á býráðið um at gera okkurt

Ein borgarafundur samtykti herfyri einmælt at heita á býráðið um at gera okkurt. Men einki er hent. Sigurður Gunnarsson skrivar, at ringast er um veturin, tá Norröna liggur hálvt annað samdøgur á Seyðisfirði.

Tá Norröna liggur hálvt annað samdøgur á Seyðisfirði er neyðugt at sova við oyraproppum, tí ljósmotorarnir hjá Norrönu larma so illa. Borgarafundurin minti býráðið á ES-reglur frá í fjør.

Sambært reglunum, ið eisini eru galdandi í EFTA, har sum Ísland er limur, eiga skip, sum liggja við bryggju longri enn tveir tímar, at taka streym úr landi, um tað er gjørligt. Og tað ber til at fáa streym úr landi á Seyðisfirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107