Kunnu leggja sak móti Saudiarabia

Kunnu leggja sak móti Saudiarabia
Fríggjadagin samtykti amerikanska kongressin at loyva avvarðandi hjá offrum 11. september at leggja sak ímóti Saudiarabia
 
11.09.2016 - 16:37

Orsøkin er, at 15 av 19 flogrænarum í yvirgangsálopinum,hin 11. september 2001, vóru úr Saudiarabia, og at illgruni tí er um leiklutin hjá Saudi Arabisku stjórnini.

Senatið samtykti sama lógaruppskot í mai, sum hevur elvt til hvøss mótmæli úr Saudi Arabia.

Hvítu húsini hava boðað frá, at Obama forseti fer at steðga lógaruppskotinum, tí tað setur amerikanarar uttanlands í vanda.

Eisini sigur stjórnin hjá Obama, at um amerikanskir borgarar kunnu draga Saudi Arabia í rættin, kunnu onnur lond eisini leggja sak ímóti USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624