Vilja vísa, hvat fyriferst á granskingarøkinum

Vilja vísa, hvat fyriferst á granskingarøkinum
Tiltakið "Vísindavøka á ferð" bjóðar í ár fyrilestrar kring alt landið
Vísindavøkan gevur tær skjótt og gott innlit í, hvat fyriferst innan gransking í Føroyum
Mynd: gransking.fo  
 
11.09.2016 - 10:31

Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skipa í ár fyri tiltakinum "Vísindavøku á ferð"

Ein røð av fyrilestrum verða kring alt landið, og tiltakið verður skipað soleiðis, at granskarin heldur fyrilestur í 25-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak. 

Endamálið er at kveikja áhugan fyri gransking, og vísa, hvat fyriferst á granskingarøkinum. 

Áhugaverdir fyrilestrar 

Fyrilestrar verða millum annað í Trongisvágs skúla um føroyska bústaðin fyrsta part av 20'undi øld. 

Á tekniska skúla í Klaksvík verður millum annað fyrilestur um vespur í Føroyum, í Gøtu Kirkju um Syngjandi trúbótina, og í Skála skúla um føroyskar uppkallingarsiðir.

Vísundavøkan verður í døgunum 19. -29. september, og hon er almenn og ókeypis.

Góð undirtøka

Í fjøru vóru tilsamans 45 fyrilestrar hildnir fyri tilsamans sløkum 3.000 áhoyrarum kring landið. 

Sjálv Vísindavøkan er í Havn 30. september frá 8-22.30 í Perluni á Reinsarínum.

Tú kanst lesa rúgvismiklu skránna á heimasíðuni gransking.fo

Kelda: gransking.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860