- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarmál um barnaporno dregur út
Av tí sama varð málið ikki avgreitt í Føroya rætti mikudagin. 63 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri barnaporno, hevur játtað seg sekan í at hava havt barnaporno á telduni.
Maðurin sigur seg ikki vera sekan í ákæruni um at hava latið øðrum barnapornografiskt tilfar. Tað var júst tann spurningurin, ið fekk alla umrøðuna í rættinum seinnapartin mikudagin.
Telduskipan spældi serligan leiklut
Ein skipan, ið verður brúkt til at deila fílur við, sum eitur "eMule", hevur avgjørdan týdning í tí sambandi, tí júst tann skipanin var á telduni hjá tí ákærda, tá løgreglan kannaði hana.
Eftir tí telduskipanini ber til hjá øðrum at taka tilfar frá tí, sum tekur niður tilfar av ymsum slag, um viðkomandi ikki forðar fyri tí.
Ein løgreglumaður kunnaði rættin um, hvussu "eMule"-telduskipanin virkar, og hvørjir møguleikar eru við skipanini.
SÍ EISINI Handtikin fyri at hava barnaporno heima við hús
Hóast myndir síðani vórðu vístar av tí, sum løgreglan fann hjá tí ákærda, tá hon fór eftir honum í desember í 2014, setti verjin spurnartekin við tað.
Tí valdi ákærin at biðja ein annan løgreglumann, sum var við heima hjá manninum í desember í 2014, um at vitna í málinum.
Hann kundi vísa rættinum sjónbandaupptøkur, ið vórðu gjørdar heima hjá tí ákærda, og hvussu "eMule" skipanin virkaði, tí hon stóð frá, tá løgreglan kom á staðið.
Drúgt mál
Eftir tí, ákæruvaldið legði fram, vístu upptøkurnar, at 10 fólk fingu barnapornografiskt tilfar frá tí ákærda, tá løgreglan hugdi í telduna. Ákæri og verji hava lagt síni skjøl fram í málinum.
Av tí at tað dróg út seinnapartin í gjár, avráddi dómarin við partarnar at taka sakarmálið uppaftur fríggjamorgunin. Tá verður dómsviðgerðin ella proceduran.
Talan er um eitt langt mál, tí tann ákærdi hevur, sambært ákæruvaldinum, fingist við barnapornografiskt tilfar frá 1. mai í 2007 til 4. desember í 2014.
Tilfarið býtt í tríggjar bólkar
63 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava 6.485 myndir og 14.554 filmsbrot á telduni, av persónum undir 18 ár, umframt at hann er ákærdur fyri at hava latið øðrum barnapornografiskt tilfar.
Ákæruvaldið hevur býtt tilfarið upp í trý, myndir og brot við ongum seksuellum tilfari, við seksuellum tilfari, og serliga grovum seksuellum tilfari av persónum undir 18 ár.
Hann er ákærdur eftir grein 235 í revsislógini, grein 1 og 2, og møguliga grein 21. Eftir grein 1 kann maðurin dømast í fongsul upp til tvey ár, og í serligum førum upp í seks ár. Eftir grein tvey kann revsingin vera fongsul í eitt ár.