Tingmenn: Gjaldið heldur skuld

Tingmenn: Gjaldið heldur skuld
Í staðin fyri at seta pengar hjá landinum í Búskapargrunnin, eiga pengarnir at verða brúktir til at gjalda skuld, halda tingmenn hjá andstøðuni
Tingmenninir hjá andstøðuni í Fíggjarnevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýriskvinnuni, um at seta pengarnar, sum landið fær fyri P/f Lív Holding, í Búskapargrunnin
 
04.10.2016 - 09:52

Tingmenninir hjá andstøðuni í Fíggjarnevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta pengarnar, sum landið fær fyri P/f Lív Holding, í Búskapargrunnin.

Landið fær 23,3 milliónir krónur fyri Lív í hesum umfarinum. Andstøðumenninir siga, at landið næsta ár skal loysa inn lánsbrøv fyri 1,36 milliardir krónur. Neyðugt verður at endurfíggja part av hesi skuldini.

Landið kann spara rentupening

Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen siga, at pengarnir fyri Lív skulu brúkast til at gjalda skuld. Tá kann landskassin eisini spara pengar til rentur.

Tá pengar standa í grunni, er vandi fyri, at politikarar brúka teir til annað enn skuld. Teir mæla eisini frá at seta fleiri stovnar og grunnar á stovn, og samstundis hava fleiri kassar at savna almennan pening í.

Í staðin fyri mæla teir til at samansjóða lógina um minsta innlán landskassans og Búskapargrunnin, so vit altíð hava eina upphædd tøka til at tryggja raksturin av samfelagnum, um búskaparligir brotasjógvar koma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860