Hann fær Friðarheiðursløn Nobels 2016

Hann fær Friðarheiðursløn Nobels 2016
Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, fær Friðarheiðursløn Nobels 2016 hevur Nobelnevndin júst kunngjørt
Forsetin í Kolumbia fær Friðarheiðursløn Nobels 2016 fyri sítt íkast at tryggja frið í Kolumbia, sum hevur verið illa plágað av borgarakríggi
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
07.10.2016 - 10:10

Juan Manuel Santos, forseti í Kolumbia, fær 10. desember Friðarheiðursløn Nobels 2016, tá virðislønin verður latin á árligu handanini í Oslo.

Juan Manuel Santos fær friðarheiðurslønina fyri sítt íkast at tryggja frið í Kolumbia, sum í hálva øld hevur verið plágað av borgarakríggi.

Í ár vóru 376 í uppskoti at fáa friðarheiðurslønina hjá Nobel, ið er tað størsta talið nakrantíð. 228 fólk og 148 felagsskapir vóru í ár tilnevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439