Arbeiða víðari við bíligasta tilboðnum

Arbeiða víðari við bíligasta tilboðnum
Tórshavnar býrað hevur einmælt samtykt at fara undir tilgongd saman við Articon og Búsetur í málinum um Skúlan á Fløtum
 
28.10.2016 - 10:31

Hesi bæði feløgini áttu lægsta tilboðið at byggja Skúlan á Fløtum, tá hann varð boðin út aðru ferð. Tilboðið hjá Articon og Búsetur er uppá slakar 268 milliónir krónur.

Tað vil siga umleið 10 prosent, ella 25 milliónir krónir, dýrari enn tað, sum kommunan hevði kostnaðarmett verkætlanina.

Fyrru ferð, skúlin varð boðin út, var lægsta tilboðið eisini 25 milliónir krónur og 10 prosent dýrari enn kostnaðarmetingin.

Tað tilboðið átti byggifyritøkan MT-Højgaard. Tá avgjørdi Tórshavnar kommuna at strika útbjóðingina, tí tilboðini vóru ov dýr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672