Russar undrast á norska samtykt

Russar undrast á norska samtykt
Russiskir myndugleikar undrast á, at Noreg hevur samtykt at lata meira enn 300 amerikanskar hermenn hava støð á norskari jørð
Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið
Mynd: nrk.no  
 
28.10.2016 - 13:38

- Noreg velur amerikanskar hermenn heldur enn búskaparligt samstarv við Russland, sigur russiska uttanríkisráðið við NRK.

- Vit skilja ikki, hvussu eitt land í friðartíð samtykkir slíkt, sigur Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið, við NRK.

SÍ EISINI Svøríki stúrir fyri kríggi

Hon heldur, at samtyktin hjá Stórtinginum samsvarar ikki við politikkin higartil um ikki at loyva útlendskum herstøðum á norskari jørð í friðartíð.

330 amerikanskir hermenn skulu, sambært samtyktini, hava fasta støð í Værnes í Nord-trondelag frá næsta ár.

Ein roynd at fjala útyvir venjingar

- At norsku myndugleikarnir siga, at skiftandi herdeildir verða har, sissar okkum ikki. Tað merkir bara, at hermenninir verða útskiftir, meðan støðin verður har, sigur Zakharova.

Talskvinnan fyri russisku myndugleikarnar sigur, at teir eru heldur ikki sissaðir av, at hetta verður gjørt til eitt mál um staðseting, langt frá russiska markinum.

- Hetta er ein roynd at fjalda útyvir venjingar, sum kunnu fara fram í øllum Noregi, sigur talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið.

Avleiðingar óvissar

Hon dugir ikki at siga, hvørja avleiðing samtyktin fer at fáa frá russiskari síðu, tað stendur til russiska herin at koma við møguligum móttiltøkum.

- Russiska uttanríkisráðið hevur ikki ábyrgd av, hvørji móttiltøk møguliga verða sett í verk. Tað er nakað, sum herurin hevur ábyrgd av, og tey fara helst at meta um tiltøkini, sum tey halda eru neyðug, svarar Zakharova.

Spurd, um hetta fer at ávirka viðurskiftini millum Noreg og Russland, svarar Zakharova, at hetta bøtur í hvussu er ikki um støðuna.

Samtykt ger ilt verri

Tað er alneyðugt, at russiskt-evropiska samstarvið kemur út úr skotinum, sum tað eru endað í. Samtyktin hjá norsku myndugleikunum fer bara at gera kreppuna verri og djúpari, sigur Zakharova. 

- Hvat er best hjá Noregi at gera sum frálíður? Og skal Noreg handla við Russland ella tæna amerikonskum hermonnum?

Tað eru spurningar, sum vit seta norsku myndugleikunum, sigur talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532