Jógvan í Skorini atkvøðumet á Eiði

bannari
Jógvan í Skorini atkvøðumet á Eiði
Tað er eingin ivi um, at Jógvan í skorini heldur fram sum borgarstjóri á Eiði. Hann hevur í kvøld sett nýtt atkvøðumet
 
08.11.2016 - 21:15

Jógvan í Skorini, Borgarstjóri á Eiði fekk eitt sera gott val. Hann fekk 126 atkvøður. Tað er nýtt met.

Í 2012 fekk hann 47. Tað er nýtt met.

- Eg havi eitt sterkt lið rundan um meg, og tí hevur tað gingið mær so væl, sigur Jógvan í Skorini við sjónvarpið.

Listin hjá Jógvani, listi A, fekk seks sessir. Hin sessurin fór til Lista B. Olaf Fríðheim er valdur við 37 atkvøðum.

Tilsamans atkvøddu 465 fólk á Eiði. Valluttøkan er 88,2 prosent.

NÝVALT KOMMUNUSTÝRI, EIÐI
Nr. Listi Navn Atkv.
1 A Jógvan í Skorini 126
2 A Hans Jákup Drangastein Johansen 48
3 A Jóannis Grímur Hammer 40
4 A Konrad Joensen 36
5 A Ingun Mørkøre 30
6 A Jens Pauli Guldbrandsø Nolsøe 29
7 B Olaf Fríðheim 37
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541