- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur toppskorari í Hvalba
Nýggjur toppskorari í Hvalba
Janus Thomsen er stóri atkvøðuslúkurin í Hvalba

08.11.2016 - 21:00
Janus Thomsen er nývaldur í bygdarráðið í Hvalba, og gjørdi eitt rimmar hál við 144 atkvøðum. Afturvaldir eru Trúgvi Gudmundarson, Niels Jacob Thomsen og Magni Bertholdsen, og nýggj á listanum eru Eir J. Norðberg, Niels Olaf Eyvindsson og Gunnhild Mortensen.
Vallutøkan var 90,2%.
NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
| Nr. | Listi | Navn | Atkv. |
| 1 | A | Janus Thomsen | 144 |
| 2 | A | Trúgvi Gudmundarson | 79 |
| 3 | A | Niels Jacob Thomsen | 28 |
| 4 | A | Eir J. Norðberg | 26 |
| 5 | A | Niels Olaf Eyvindsson | 21 |
| 6 | B | Magni Bertholdsen | 60 |
| 7 | B | Gunnhild Mortensen | 26 |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























