Forsætisráðharrin í klønum tráð

Forsætisráðharrin í klønum tráð
Forsætisráðharrin í Italia leggur frá sær, siga fólk í landinum nei til grundlógarbroytingar á fólkaatkvøðu um tvær vikur
Matteo Renzi, forsætisráðharri í Italia, hevur grund til at síggja stúrin út. Hann leggur frá sær, siga fólk í landinum nei til broytingar í grundlógini á fólkaatkvøðu 4. desember
 
21.11.2016 - 15:27

- Sigur italska fólkið ikki ja, so leggi eg frá mær.

So avgjørdur er italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, smáar tvær vikur undan fólkaatkvøðuni í Italia, sum verður 4. desember.

Italskir veljarar verða spurdir, um teir taka undir við uppskotinum hjá stjórnini um at gera umfatandi broytingar í italsku grundlógini.

Andstøðuflokkar atfinningarsamir

Sigur italska fólkið ja, verður talan um størstu stjórnarskipanarligu ábøtur í Italia síðani kongsveldið varð avtikið í 1946.

Talan er um broytingar í valskipanini, hvussu nógv vald tjóðartinglimir hava, og hvussu valdsbýtið skal vera millum stat, región og almennar stovnar.

Andstøðuflokkarnir í italska parlamentinum finnast hvassliga at uppskotinum. Verður broytingin framd, gevur tað italsku stjórnini ov nógv vald, siga tey.

Verjir fólkaatkvøðuna

Forsætisráðharrin, Matteo Renzi, heldur hinvegin, at grundlógarbroytingarnar skulu forða fyri, at stígur kemur í politiska arbeiðið.

Búskaparfrøðiligu ráðgevarnir hjá Renzi vilja eisini vera við, at tað verður torført at fáa skil á viðbrekna italska búskapin um broytingarnar ikki verða framdar.

- Verður svarið nei, eri eg noyddur at fara frá hesi óbrúkiligu politisku skipanini, sigur Renzi við italska útvarpið, RTL.

Hetta er triðja fólkaatkvøðan í Italia. Hinar báðar vóru í 2001 og 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985