- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta stjórnarskifti eftir ríkisdagsvalið í Svøríki

Um 24 dagar verður ríkisdagsval í Svøríki.
Valið skal avgera, hvørja politiska kós Svøríki skal hava næstu fýra árini.
Meiningakanningarnar vísa, at Javnaðarflokkurin framvegis er størsti flokkur í landinum, og samstundis er líkt til, at vinstravongurin fær meiriluta á valinum, sum verður 13. september.
Sostatt er lagt upp til stjórnarskifti í Svøríki.
Sitandi høgrasamgongan hjá forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, stendur til at missa valdið, og Magdalena Andersson, forkvinna í Javnaðarflokkinum, verður helst aftur forsætisráðharri, eins og hon var undan seinasta vali fyri fýra árum síðan.
Jimmie Åkesson er formaður í Svøríkisdemokratunum. (Mynd: Anders Wiklund/TT/Ritzau Scanpix)
Svøríkisdemokratarnir í stjórn
Men sum so ofta fyrr er tað serliga Jimmie Åkesson, sum er leiðari hjá høgravíðgongdu Svøríkisdemokratunum, sum fær mestu umrøðuna.
Higartil hava hinir flokkarnir megnað at stýrt uttan um Svøríkisdemokratarnar, tá stjórnir eru skipaðar, men flokkurin fær stóra undirtøku í veljarakanningunum, og stendur aftur hesa ferð til at gerast næststørsti flokkur á valinum, eins og teir vóru í 2022.
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, ætlar at taka Svøríkisdemokratarnar upp í stjórnina, um hann sleppur at halda fram eftir valið. (Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix)
Hetta seinasta valskeiðið hava Svøríkisdemokratarnir stuðlað samgonguni uttan at vera beinleiðis partur av henni, men sitandi forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, úr Moderatarna hevur eisini ásannað, at um hann skal varåveita forsætisráðharrasessin, slepst illa uttan um Svøríkisdemokratarnar.
Í apríl segði Ulf Kristersson, at um høgraflokkarnir vinna valið í september, fara Jimmy Åkesson og Svøríkisdemokratarnir at vera partur av stjórnini og fáa ráðharrasessir.
Sjálvur sigur Jimmy Åkesson, at hann sjálvur fer eftir at gerast forsætisráðharri í 2030.
Vinstraflokkarnir 10 prosent meira
Nýggjasta veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd fyrradagin, og sum svenska kringvarpið SVT hevur latið gera, vísir, at flokkarnir á vinstraveingi fáa 10 prosent meira enn høgraflokkarnir. Sambært SVT hevur eingin stjórn higartil fyrr megnað at vent einum so stórum muni so stutt upp undir eitt val.
Kanningin gevur Javnaðarflokkurin 30,5 prosent av atkvøðunum, sum er ein lítil framgongd uppá 0,2 prosentstig síðani valið í 2022. Svøríkisdemokratarnir fáa 18,5 prosent, og Moderatarnar fáa 17,3 prosent. Her er talan um afturgongd uppá ávikavist tvey og 1,8 prosentstig.
Millum evnini, sum fylla mest í valstríðnum hesaferð, eru livikostnaður og búskapurin, kriminalitetur og brotsmannaharkalið, immigratión og integratión, trygdarpolitikkur, NATO og viðurskiftini við Russland.

























