Norskir flúgvileiðarar í verkfall

Norskir flúgvileiðarar í verkfall
Almenna partafelagið Avinor, sum eigur og rekur 44 flogvøllir í Noregi, sigur, at verkfallið fer at raka alt landið
Verkfallið hjá norsku flúgvileiðarunum kann raka flogvøllir í øllum landinum.
Mynd: NRK  
 
21.08.2026 - 08:11

NFF, sum er felagið hjá norskum flúgvileiðarum, boðar í morgun frá, at felagið fer í verkfall nú fyrrapartin.

Felagið hevði longu boðað frá, at tað fór at taka 12 flúgvileiðarar úr arbeiði í Gardermoen í Oslo og í Flesland í Bergen, um samráðingarnar ikki bóru á mál, áðrenn freistin var úti á midnátt.

Anne-Kari Bratten, sum er stjóri í arbeiðsgevarafelagnum Spekter, sigur tað vera púra óskiljandi, at NFF nú fer í verkfall, og vísir á, at talan er um ein av best løntu bólkum í norska arbeiðslívinum.

 

Arbeiðstíðir og skeið

Men Robert Gjønnes, formaður í felagnum, sigur við NRK, at knúturin í samráðingunum ikki snýr seg um pengar, men um millum annað arbeiðstíðir og skeiðsmøguleikar.

Almenna partafelagið Avinor, sum eigur og rekur 44 flogvøllir í Noregi, sigur, at verkfallið fer at raka alt landið. 

Roknast kann við seinkingum í Gardermoen og Flesland út á seinnapartin og í kvøld, og tað fer eisini at fáa avleiðingar fyri flogferðsluna aðrastaðni í Noregi, sigur Avinor.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329