Tekniskt brek seinkar siglingini

Tekniskt brek seinkar siglingini
Smyril, sum skuldi fara av Havnini klokkan 13 í dag, fór ongan veg, tí tekniskir trupulleikar tóku seg upp
Smyril, sum skuldi fara av Havnini klokkan 13, er nústani farin. Eitt brek var á eini brennievnispumpu
 
29.11.2016 - 15:04

Snyril fór ikki av Havnini klokkan 13 í dag, sum strandfaraskipið annars skuldi sambært ferðaætlanini. Skipið hevur ligið við bryggju í Havn.

- Eitt brek á á eini pumpu høvuðsmotorarnar var farin, so teir riggaðu ikki, sum teir skuldu, sigur Niels Harald Michelsen, skipari.

Tað tók sína tíð at skifta pumpuna, men nú eru bæði ferðafólk og bilar komnir umborð á strandfaraskipið, sigur skiparin á Smyrli.

Sigla túrarnar forskotnar

Í løtuni riggar manningin til at fara av Havnini, meira enn tveir tímar seinni enn ætlað, segði hann við útvarpið í tíðindunum klokkan 15.

- Vit fara at royna at sigla báðar túrarnar, sum vit annars skuldu, men teir verða sigldir forskotnir, sigur Niels Harald Michelsen.

Smyril fer tískil av Tvøroyri aftur klokkan 17:30 og aftur av Havnini í kvøld umleið 20:30, sigur skiparin á Smyrli við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860