39 fólk eru dripin í einum álopi á turkiska náttklubbanum «Reina» nýggjársaftan. Tað váttar Suleyman Soylo, turkiskur innanríkisráðharri. 

Hetta verður skýrt at vera ein yvirgangsatsókn, skriva altjóða miðlar. Sambært eini turkiskari heimasíðu, hevur IS tikið ábyrgdina fyri álopið. 

69 fólk eru send á sjúkrahúsið, harav eru fýra í lívsvanda.

Tað er greitt, at 15 av teimum 39 dripnu vóru útlendingar á vitjan í Turkalandi.

                                                                                                                                                               KELDA: AFP

Álopið hendi beint eftir midnátt lokala tíð, tá eitt fólk ílatið í nissubúna skeyt ein løgreglumann uttan fyri náttklubbanum, siga myndugleikarnir í Turkalandi.

Síðan drap yvirgangsmaðurin tilvildarligar gestir á náttklubbanum.

Sambært turkiskum miðlum var yvirgangsmaðurin ílatin nissubúna.

En skadd kvinne fraktes til en ambulanse etter angrepet på en nattklubb i Istanbul

Ein kvinna, sum varð skotin í beinið, tá hon hátíðarhelt nýggjárið á einum náttklubba í Istanbul - MYND: REUTERS


Myndugleikarnir: Vit leita eftir yvirgangsmanninum


Enn er yvirgangsmaðurin ikki funnin, og enn er óvist um fleiri vóru við í álopinum. Ein stór menniskjajagstran er sett í gongd.

Istanbul

MYND: AP

EINI 600 FÓLK TIL STAÐAR

Millum 500 og 600 fólk vóru til staðar, tá álopið fór fram í nátt. 

Náttklubburin liggur á evropeisku helvtini av býnum, og er ein av teimum best umtóktu barrunum í býnum.

Yvir 17.000 løgreglufólk vóru til arbeiðis í býnum, tí ávaringar um møguligar yvirgangsatsóknir vóru sendar út longu fyri eini viku síðan. 

 
 
Nattklubben «Reina»
 
 
 
 
NRK, MapBox, OpenStreetMap contributors

HER HENDI TAÐ: Tað var í býlinginum Ortakoy, at áloið hendi.

Turkiskir miðlar sleppa ikki at umrøða álopið

Turkiskir myndugleikar hava sett eitt fyribils forboð móti at gera tíðindasøgur um hendingina í nátt, tí tað kann skapa ótta millum fólk. Myndugleikarnir í Turkalandi meina, at júst tað at skapa ótta millum fólkið er málið hjá yvirgangsfólkunum.

Keldur: nrk.no, dr.dk, bbc.com, turkiska CNN, AFP