Høgni Egilstoft Nielsen vunnið IM-norm

Høgni Egilstoft Nielsen vunnið IM-norm
Høgni Egilstoft Nielsen hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin
 
05.01.2017 - 15:49

19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. 

Høgni - og bróðirin Rógvi - hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki - Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við - eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar.

Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva.

Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig.

Høgni Egilstoft Nielsen gjørdi hol í sjógvin í føroyskari telving í 2014, tá ið hann sum 16 ára gamal vann hvørt talv í meistarabólkinum í árligu FM-kappingini, og gjørdist yngsti føroyameistari nakrantíð.

Kravið fyri at gerast altjóða meistari er, at tú fær tríggjar IM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2400. 

Fyri kappingina í Svøríki var styrkitalið hjá Høgna 2262, men við góða úrslitinum í Svøríki hækkar talið samsvarandi.

Fleiri føroyskir telvarar hava IM-normar, men bara tveir - John Rødgård og John Arni Nilssen - eru altjóða meistarar.

Helgi Dam Ziska gjørdist í 2007 triði altjóða meistarin í Føroyum, men hann er sum kunnugt síðani vorðin stórmeistari.

Høgni Egilstoft Nielsen er sonur Torkil Nielsen, sum var føroyameistari í talvi tríggjar ferðir í síni tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107