Seks fólk myrd í atsókn

Seks fólk myrd í atsókn
Seks fólk lótu lív, tá vápnaðir menn fóru at skjóta frá hond í eini mosku í Quebec í Kanada. Tveir persónar eru handtiknir
Fimm fólk lótu lív í eini yvirgangsatsókn í Quebec í Kanada sunnukvøldið sambært fjølmiðlum. Myndugleikarnir hava tó ikki váttað talið enn
Mynd: AP  
 
30.01.2017 - 07:08

Tað upplýsir leiðarin fyri moskuni, sambært NRK. Vitni hava greitt frá, at tríggir menn brádliga fóru at skjóta frá hond í moskuni um átta-tíðina í gjárkvøldið. Og meðan teir skutu, róptu teir Allahu Akbar.

- Vit fordøma hetta yvirgangsálopið móti muslimum, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.

Leiðarin fyri moskuni, Mohamed Yangui, var ikki sjálvur í moskuni, tá skotið varð, men sigur, at fleiri ræðslusligin fólk, sum vóru savnað til aftanbøn, ringdu til hansara.

40 fólk vóru savnað

Fimm persónar lótu lív í atsóknini, sigur Mohamed Yangui, men hetta talið er tó ikki váttað alment. Hann veit ikki, hvussu nógv eru særd, men at særd eru flutt á ymsik sjúkrahús í býnum.

Talsmaður fyri løgregluna í Quebec váttar, at skottilburður hevur verið og at fólk hava latið lív. Hann sigur, at tveir persónar eru handtiknir, og at umleið 40 fólk vóru savnað í moskuni til aftanbøn.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, skrivar á Twitter: - Kanadiarar syrgja tey, sum lótu lív í ómansliga álopinum á eina mosku. 

Óvist hví álopið varð framt

- Hetta er yvirgangur, sum eg haldi er úrslit av demoniseringini av muslimum. Nú er nóg mikið. Orð hava avleiðingar, skrivar Greg Fergus, sum situr í landspartastjórnini í Quebec.

Enn er ikki greitt, hví álopið varð framt, men seinastu árini hava alsamt fleiri islmofobar handlingar verið í landspartinum, skrivar tíðindastovan Reuters. 

Í 2013 var tað, sum hildið verður er grísablóð, smurt á eina mosku í landspartinum Saguenay, og í fjør summar varð høvdið av einum grísi lagt á trappuna hjá moskuni, har atsóknin sunnukvøldið varð framd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andaktin 2.jóladag
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Andaktin 1.jóladag
201981