Verða ikki bjóðaðir higar

Verða ikki bjóðaðir higar
Landsstýrið fer ikki at bjóða forsetunum Donald Trump og Vladimir Putin til Føroya at fundast. Teir gera sjálvir av, hvar teir vilja hittast
Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serstøk stig til at Donald Trump og Vladimir Putin til Føroya, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
 
06.02.2017 - 08:34

Hava teir hug at hava toppfund í Føroyum, so eru teir vælkomnir higar. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað Miðflokkinum.

Miðflokkurin heitti á løgmann um at bjóða amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast.

Miðflokkurin sigur, at Donald Trump alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at hitta russiska forsetan Vladimir Putin, og at hann møguliga vil hava tann fundin at vera í Íslandi.

SÍ EISINI Bjóða Trump og Putin til Føroya

Tí mælti Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast. Løgmaður kallar uppskotið hjá Miðflokkinum stórætlað.

Men, leggur hann afturat, vit mugu gera okkum púra greitt, at ríkisovastarnir í USA og Russlandi gera av, um og hvar teir ætla at hittast. 

Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serstøk stig til at fáa slíkan toppfund til Føroya, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096