Ikki longur á íslendska børsinum

Ikki longur á íslendska børsinum
Seinasti dagur, sum til bar at keypa ella selja partabræv í Banknordik í keypsskálanum í Reykjavík, var mánadagin
BankNordik er nú ikki longur á íslendska børsinum. Lítil handil var við partabrøvunum í BankNordik í Íslandi
 
14.02.2017 - 08:48

Seinasti dagur, sum til bar at keypa ella selja partabræv í Banknordik í keypsskálanum í Reykjavík, var í gjár, mánadagin.

Íslendski keypsskálin hevur góðkent uppsøgnina hjá bankanum, sum ikki longur vil hava partabrøvini skrásett har.

Lítil handil var við partabrøvunum í BankNordik í Íslandi. Og harafturat hevur BankNordik selt tryggingarfelagið Vørð í Íslandi.

Partabrøvini í BankNordik verða tó framvegis handlað í keypsskálanum í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360