Vil ikki taka ímóti turkiska forsætisráðharranum

Vil ikki taka ímóti turkiska forsætisráðharranum
Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur biðið turkiska forsætisráðharran útseta ferð sína til Danmarkar
Mynd: Savnsmynd  
 
12.03.2017 - 15:41

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur heitt á turkiska forsætisráðharran, Binali Yildirim, um at útseta ætlaðu ferð sína til Danmarkar.

Kreppan millum Turkaland øðrumegin og Týskland og Niðurlond hinumegin er orsøkin til áheitanina á turkiska forsætisráðharran um ikki at koma til Danmarkar 19. mars, sigur danska forsætismálaráðið.

- Undir vanligum umstøðum hevði tað verið mær ein gleði at tikið ímóti turkiska forsætisráðharranum, sum eg hitti í Ankara 10. desember. Men fundurin fer uttan iva at verða merktur av turkiska áganginum á Holland, og tí havi eg skotið upp, at fundurin okkara millum verður útsettur, sigur danski forsætisráðharrin.

Lars Løkke Rasmussen vísir við hesum á diplomatisku kreppuna, sum er íkomin eftir at turkiski familjumálaráðharrin varð vístur úr Niðurlondum.

Forboð fyri turkiskum veljarafundum

Ráðharrin var komin til Rotterdam at halda røðu fyri turkum, sum búgva har, men sum hava atkvøðurætt á teirri fólkaatkvøðu í Turkalandi, sum skal geva forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, størri vald.

Fyrireikararnir hava fingið forboð fyri at halda hesar fundir, og tað fekk øði í turkiska forsetan, sum afturfyri hevur samborið stjórnirnar í Niðurlondum og í Týsklandi við nazistisku valdsharrarnar á sinni.

- Hendan turkiska lýsing av tí fólkaræði, londini vestanfyri hava, og álopið á Niðurlond, kundu elvt til ta misskiljing - um fundurin millum Danmark og Turkaland varð hildin nú - at Danmark ikki heldur støðuna í Turkalandi vera so álvarsliga, sigur danski forsætisráðharrin.

- Men tvørturímóti stúrir danska stjórnin fyri gongdini í Turkalandi, har fólkaræðið er undir stórum trýsti. Undir vanligum umstøðum hevði tað tó ikki tarnað einum fundi okkara millum, men hevði gjørt hann enn meira átrokandi, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Hann fer at kunna flokkarnar um avgerð sína á einum fundi við Uttanríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744