Vil arbeiða fyri at fáa undirtøku

bannari
Vil arbeiða fyri at fáa undirtøku
Tað av stórum týdningi at fáa breiða politiska undirtøku, um Oyggjaleikir skulu haldast í Føroyum í 2023, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna
Arbeiðast má fram ímóti at fáa breiða politiska undirtøku fyri at fáa stuðul til at halda oyggjaleikirnar í Føroyum í 2023, heldur landsstýriskvinnan. Myndin er frá leikunum í 2015, sum vóru í Jersey
 
27.03.2017 - 11:53

Kemur formlig áheitan frá ÍSF, um at stuðla møguligum føroyskum vertskapi fyri Oyggjaleikirnar í 2023, er tað av stórum týdningi, at arbeitt verður fyri at fáa breiða politiska undirtøku fyri at stuðla tiltakinum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum í svari til fyrispurning frá Heðini Mortesen, tingmanni.

Landsstýriskvinnan ætlar at virka fyri hesum, sigur hon. Tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, stuðlaði landið leikunum við 1,5 milliónum krónum. Síðan er ikki einans vavið á leikunum vaksið, men, sambært ÍSF, eru krøvini um fíggjarliga binding eisini herd.

Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul, men sambært ÍSF hava herdu krøvini við sær, at trygd skal vera fingin fyri fíggingini longu tá søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar, stendur í svarinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037