Ikki tikið nakað aftur

Ikki tikið nakað aftur
Semjan við Betri Banka merkir ikki,at Jørn Astrup Hansen hevur tikið nakað aftur nakað av tí, hann fyrr hevur sagt og skrivað um Skattamálið
Stevningin hjá Eik/Betri Banka av Astrup hevur fingið nógva umrøðu í Danmark.
 
08.04.2017 - 13:12

Fyri einari góðari viku síðan var semja gjørd millum Jørn Astrup Hansen og Betri Banka, sum hevði við sær, at Betri Banki slepti stevningini móti Jørn Astrup Hansen fyri ærumeiðing og bakbit. 

Í samband við tað semjuna sendi Betri Banki fjølmiðlunum eitt skriv, har Jørn Astrup Hansen var endurgivin fyri at siga, at hann ikki hevði ákært bankan fyri at fremja skattasvik ella tilvitað at geva TAKS skeivar upplýsingar fyri at fáa skáfrádrátt.

Jørn Astrup Hansen stendur við orðingina, sum Betri Banki sendi almenningum.

Men orðingin skal ikki skiljast soleiðis, at Jørn Astrup Hansen hevur tikið nakað aftur, sum hann fyrr hevur sagt ella skrivað.

Tí Jørn Astrup Hansen heldur fast um tað grundleggjandi í sínum atfinningum: 1) at Eik/Betri ikki hevði rætt til nakran skattafrádrátt, og 2) at TAKS ikki fekk fullfíggjaðar upplýsingar í fyrstu viðgerðini av málinum.

Hetta metur Jørn Astrup Hansen seg ikki kunna taka aftur, tí TAKS hevur staðfest, at bæði hesi uppáhaldini vóru røtt.

Orðingin í tíðindaskrivinum í samband við semjuna millum Astrup og Betri Banka skal einans skiljast soleiðis, at Jørn Astrup Hansen ikki hevur sagt ella skrivað, at talan er um skattasvik ella at bankin tilvitað gav TAKS skeivar upplýsingar.

Hetta mugu onnur meta um, sigur Jørn Astrup Hansen, sum heldur uppá, at hann ongantíð hevur sagt nakað um hesar spurningar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609