Betri er betri enn hinir peningastovnarnir

Betri er betri enn hinir peningastovnarnir
Betri banki er sjálvur annar á fyrsta plássinum í nýggjari greining. Hinir peningastovnarnir í Føroyum eru nakað væl longri niðri á listanum
Betri er betri enn hinir peningastovnarnir í danska ríkinum, sigur donsk greining.
 
24.04.2017 - 08:52

Betri banki er sterkasti banki í danska ríkinum.

Tað vísir ein nýggj greining av peningastovnunum í danska ríkinum, sum Bankresearch hevur gjørt.

Á fremsta plássi stendur Betri banki saman við Borberg Sparekasse.

45 pláss upp

Børsen skrivar, at Betri banki hevur flutt seg frá einum 45. plássi heilt fram á fyrstapláss frá 2015 til 2016, sambært roknskapunum hjá bankanum.

- Tað eru vit sera glað fyri. Vit hava lagt okkum eftir at skapa ein sunnan banka, síðani bankin varð endurreistur í 2011, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Betri banka við danska blaðið Børsen.

Bankresearch hevur samanborið styrkina í 64 peningastovnum, og á tí listanum er Betri banki á fyrstaplássi, Bank Nordik á 22. plássi, Norðoya Sparikassi er nummar 48 og Suðuroyar Sparikassi á 61. plássi av teimum 64 peningastovnunum í danska ríkinum.. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985