Onki kommunalt útboð

Onki kommunalt útboð
Tað skal ikki áleggjast kommunum at bjóða út arbeiði og biðja um tilboð til vørur og tænastur, heldur Rættarnevndin hjá Løgtinginum
 
04.05.2017 - 08:05

Miðflokkurin hevur skotið upp at broyta kommunustýrislóina, so álagt verður kommunum at bjóða út arbeiðið og annað, ið kostar meiri enn hálva millión krónur.

Tað skal tryggja fría kapping, sigur Miðflokkurin. Men ein samd rættarnevnd mælir frá at samtykkja uppskotið. 

Flestu kommunurnar bjóða út

Nevndin sigur í álitinum, at tá innkeyps- og útboðspolitikkurin fyri almenna geiran kom í 2011, varð avgjørt, at hetta skuldi ikki vera galdandi fyri kommunurnar.

Í staðin fyri at lóggeva, áttu kommunurnar sjálvar at lagt sín útbjóðingarpolitikk á sína heimasíðu, sum summar kommunur gera nú. Nevndin sigur eisini, at flest allar kommunur bjóða arbeiðið út.

Rættarnevndin sigur seg eisini hava fingið upplýst, at ein lógaráseting, ið áleggur kommunum at bjóða út, kann gera, at tann vinnan á staðnum verður køvd. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815