- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipanir hjá bankunum flytast heim

Telduskráirnar hjá peniningastovnunum, sum fóru av landinum fyri góðum sjey árum síðani, skulu heim aftur. Tað hevur samgongan sett sær fyri.
Men tað kostar eisini landskassanum pengar. Løgtingið er nú biðið um 1,2 milliónir krónur til ein verkætlanarbólk
Trímanna verkætlanarbólkur setast
Landsstýrið biður nú Løgtingið um pengar til at taka KT skipanirnar hjá peningastovnunum úr Danmark til Føroya aftur
Í eykajáttanarlógini, sum nú er í Løgtinginum, biður Uttanríkis- og Vinnumálaráðið um 1,2 milliónir krónur til at løna uttanhýsis fólkunum í verkætlanarbólkinum og til ferðir. Ein trímanna verkætlanarbólkur verður settur.
Í bólkinum skulu vera fólk, sum vita, hvussu tað er at reka og menna bankaskipanir, millum annað kunningartøkni, bankalóggávu, persónsupplýsingar, dátuskráir og verkætlanarleiðslu.
Kunnu flytast heimaftur við fyrimuni
Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina greiða ætlan fyri heimtøku av peningastovnsskipanunum, sum í dag eru hjá SDC í Danmark. Tær fluttu til Danmarkar 1. mars 2010.
Í samgonguskjalinum stendur, at saman við fakfólki skal gerast ein greið ætlan fyri, hvussu KT-tænasturnar og persónsupplýsingarnar, sum farnar eru av landinum, kunnu flytast heimaftur við fyrimuni.
Hetta skal menna førleikar, skapa arbeiðspláss og økja um inntøkurnar, samstundis sum tað mennir KT-trygdina og tryggjar grundleggjandi samfelagslig áhugamál..
Tilmæli gerast í ár
Ein forkanning varð gjørd í 2016. Niðurstøðan var, at tað ber til at flyta peningastovnsskipanirnar aftur til Føroya við fyrimuni.
Í ár er ætlanin at fara undir at gera ítøkilig tilmæli um, hvat ein framtíðar føroysk peningstovnsskipan skal fevna um, samanbera kostnað og møguleikar í einari føroyskt mentari peningastovnsskipan við altjóða standardskipanir, og gera tilmæli um, hvat hóskar best til føroyska samfelagið.
Harafturat skal metast um undirstøðukervið og tøknilig krøv, kostnað og neyðugar førleikar og gera tilmæli um hóskandi skipan av rakstrar- og menningarumhvørvinum, sum tryggjar best møguliga integratión millum peningstovnsskipanirnar.
























