Mæla frá at samtykkja uppskotið

bannari
Mæla frá at samtykkja uppskotið
Kravið um veiðiloyvi í sambandi við fiskiskap eftir uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum í ár skal ikki strikast, heldur meiriluti í nevnd
Meirilutin í Vinnunevndini er ímóti at heimila landsstýrismanninum at selja uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavinum
 
22.05.2017 - 10:20

Andstøðuflokkarnir, sum hava meirilutan í Vinnunevndini, mæla staðiliga frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at strika kravið um veiðiloyvi í sambandi við fiskiskap eftir uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum í ár.

Meirilutin er eisini ímóti at heimila landsstýrismanninum at selja uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavinum.

Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim siga í álitinum, at nærum øll, sum hava verið í Vinnunevndini, eru sera neilig til uppskotið, og hava rátt nevndini til at mæla Løgtinginum til at fella uppskotið.

Umsitingin kann verða tilvildarlig

Serliga verður víst á, at arbeitt verður við eini fiskivinnnýskipan, og tí er skeivt at skipa ein part av fiskiskapinum á øðrum grundarlagi nú.

Andstøðuflokkarnir í Vinnunevndini siga, at reiðarar, sum hava latið ella selt veiðiloyvi, fáa ein fyrimun við hesum uppskotinum, tí teir sleppa inn aftur gjøgnum bakdyrnar. Einasta treyt er, at skipið er undir føroyskum flaggi enn.

Verður reglan um veiðiloyvi strikað, kann tað eisini hava við sær tilvildarliga og kanska ólógliga umsiting, siga andstøðuflokkarnir í álitinum. Minnilutin, samgonguflokkarnir, mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

10 prosent setast av til gransking

Bjarni Hammer, Ingolf S. Olsen og Bjørt Samuelsen halda tað hava týdning at linka kravið at bjóða upp á tann partin av nakreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum, sum verður seldur á uppboði í ár, fyri at fáa staðfest, um fleiri fara at bjóða, og um treytirnar, sum verða settar, eru nøktandi til tess at forða fyri spekulasjón.

Minnilutin mælir landsstýrinum til at seta 10 prosent av uppboðssøluni til fiskivinnugranking, við serligum atliti at meirvirking og gagnnýtslu av øllum fiskinum. 

Uppskotið um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í ár kemur til aðru viðgerð í tinginum fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221