Skiparar nokta seg sekar

Skiparar nokta seg sekar
Málið um ólóglingan fiskiskap ímóti hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, skal avgerast í rættinum
 
06.06.2017 - 08:10

Skipararnir nokta seg sekar í at hava fiskað ólógliga. Brimil tók trolararnir vestur úr Mykinesi í gjáramorgunin, tí teir fiskaðu á eini stongdari leið.

Skipini fingu boð um at fylgja við til Havnar, og hagar komu tey beint eftir døgurða í gjár. Politiið hevur avhoyrt fólk umborð á trolarunum og metingarmenn hava gjørt veiðu og reiðskap upp.

Ákæruvaldið hevur fingið málið, og tá skipararnir nokta seg sekar, má málið avgerast í rættinum.

Vanligt hevur verið, at skipari og reiðarí hava játtað seg sekan, og fingið uppskot til bót, og ikki uttan at teir nokta at rinda bótina, er málið farið í rættin.

Nú nokta skipararnir seg sekar, og tí má málið avgreiðast í rættinum. Tað er ikki greitt, nær rættarfundurin verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751