Mál duttu burtur

Mál duttu burtur
Fleiri mál duttu burtur, nú Løgtingið er farið í summarfrí. Millum annað málið um meira pening til Glasir
 
05.07.2017 - 14:10

Nú Løgtingið er farið í summarfrí, detta øll trý uppskotini um fiskivinnunýskipan burtur. Men ikki bara tey.  Eisini onnur mál blivu ikki avgreidd í hesari tingsetuni. Teirra millum játtanin til havrannsóknarskipið og til Glasir. Atkvøðast skuldi um tey í dag.

Arbeiðið upp á Glasir stegðar, um pengarnir, sum biðið er um afturat, ikki eru komnir í september. Biðið er um 113,5 milliónir krónur afturat til byggingina í Marknagili.

Uppskotið um eykajáttan fyri mai dettur eisini burtur. Millum annað 800.000 krónur til U21 landsliðíð hjá monnum í handbólti, sum skal til endaspælið í HM-kappingini í Algeria nú í juli.

SÍ EISINI Glasir fleiri pengar

Atkvøðast skuldi eisini um tað í dag. Fíggjarnevndin tók nógv burtur úr tí uppskotinum alt tað, sum nevndin helt kann bíða til næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag.

Sonja Jógvansdóttir ætlaði, at 1. juli í ár skuldi bann setast fyri øllum mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Øll skuldu viðgerast eins. Tað er kjarnin í umfatandi lógaruppskoti, sum Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, legði fram í mars.

Men tað verður av ongum. Rættarnevndin fekk uppskotið 21.mars, men skrivaði ikki álit um tað. Uppskotið um at seta meira partapening í Fiskaaling dettur eisini burtur, nú Løgtingið er farið í summarfrí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087