Átta atsóknir við akførum í Evropa seinasta árið

Átta atsóknir við akførum í Evropa seinasta árið
Yvirgangsatsóknirnar í Spania seinasta døgnið eru bara tær seinastu í eini røð av álopum, har akfør hava verið nýtt sum vápn. 
 
18.08.2017 - 11:56

14. juli 2016, Nice:
Ein lastbilur koyrir inn í eina stóra mannamúgvu, sum var savnað í sambandi við franska tjóðardegnum, í suðurfranska býnum.
85 fólk lótu lív og fleiri enn 300 vórðu særd. Gerningsmaðurin. Ein 31 ára gamal tunesi doyði av skotum frá løgregluni. 


19. desember 2016, Berlin:
Ein lastbilur koyrir inn sølubásar og vitjandi á einum jólamarknaði í Berlin.
12 fólk lótu lív og 50 vórðu særd. Ein tunesi koyrdi bilin, hann varð skotin til deyðis av løgregluni fýra dagar seinni. 


22. mars 2017, London
Ein persónbilur koyrir inn í fólk, sum gingu á Westminster Bridge í London.
Fimm fólk lótu lív og 50 vórðu særd. Løgreglan skeyt 52 ára gamla gerningsmannin, tá hann royndi at bróta inn í parlamentið.  IS tók ábyrgdina av atsøknini.

 
7. apríl 2017, Stockholm
Ein lastbilur koyrir inn í eina mannamúgvu á Drottninggatan í miðbýnum í Stockholm.
Fýra fólk lótu lív og 15 vórðu særd. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan bleiv handtikin í sambandi við atsóknina.


3. juni 2017, London
Ein hvítur vørubilur koyrir inn í fólk á London Bridge í bretska høvuðsstaðnum London. Tríggir gerningsmenn fóru úr bilunum og lupu á tilvildarlig fólk við knívi.
Átta fólk lótu lív og 48 vórðu løstað. 


19. juni 2017, London
Ein maður koyrir inn í fleiri fólk uttanfyri eina mosku í Norðurlondon.
Ein persónur lat lív og 10 vórðu særd. Tað eydnaðist løgregluni at handtaka geringsmannin, sum var ein 48 ára gamal bredskur maður.

17. august, Barcelona
Ein hvítur vøruvognur koyrir inn í eina mannamúgvu á La Rambla, handilsgøtuni í Barcelona.
13 lótu lív og umleið 100 eru særd

18.august, Cambrils
Ein persónbilur við fimm persónum koyrir inn í eina mannamúgvu.
Sjey løgreglufólk og civil vórðu særd. Løgreglan skeyt og drap fimm persónar eftir hendingina.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866