Viðareiðisvegurin asfalterast

Viðareiðisvegurin asfalterast
Nýggi Viðareiðisvegurin verður nú asfalteraður av nýggjum.
 
18.09.2017 - 15:21

Eftir at Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðani, var skjótt greitt, at trupulleikar vóru við vegnum millum tunnilsmunnan og bygdina á Viðareiði.

Støða er tikin til at asfaltera vegin av nýggjum, og lisitatión hevur nú verið, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.

Úrslitið var, at HJ Asfalt átti lægsta boðið, sum var umleið fýra milliónir kr. Kreton bjóðaði góðar fimm milliónir, og hægsta boðið átti EM Asfalt. Tað var 6,7 milliónir kr.

Landsverk hevur í dag skrivað undir sáttmála við HJ-Asfalt um asfalteringsarbeiðið, sum byrjar í næstu viku, sigur Landsverk í tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572